Um okkum

Her er eitt sindur um okkum:

BBR Service er stovnað í 1996 av Birgiri Samuelsen og Rógva og Boga Rasmussen. Harav kemur navnið BBR Service.

Fyrstu 11 árini húsaðust vit undir sera trongum umstøðum í góða gamla verkstaðnum Við Løkin sum er uml 90 fermetrar.

Í juni 2007 fluttu vit í okkara nýggja nýmótans verkstað á Lambareiði, sum vit eru sera fegin um.

Meginreglan hjá BBR Service er altíð at veita viðskiftafólkið okkara eina sera dygdargóða tænastu til ásetta tíð.

Vit stremba altíð eftir athava altíð nýggastu tøkni, so sum teldur, testarar og onnur tól, soleiðis at allir bilar kunna koma til okkara.

Til sølu

Vit hava altíð  bilar til sølu.

Vit innflyta javnan góðar vøruvognar

Tú ert vælkomin at seta  okkum ein fyrispurning, um tú hevur eitthvørt ynski.